fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Skrivstovufólk til fyrisitingina

Hevur tú áhuga fyri fyrisitingarligum arbeiði og dámar tær ein fjølbroyttan arbeiðsdag við ymiskum uppgávum, góðum trivnaði og góðum samstarvi?

Á MEST tørvar okkum ein fyrikomandi og nærlagdan starvsfelaga til fyrisitingina. Talan er um eitt farloyvisstarv við byrjan 01. mai 2026. Starvið er fyribils sett til at vara til 31. august 2027, men møguleiki er fyri leingjan.

 

Um starvið

Sum partur av fyrisitingini hjá MEST fært tú ein fjølbroyttan arbeiðsdag við ymiskum uppgávum. Tínar høvuðsuppgávur verða m.a.:

  • umsiting av keypsfakturum, kreditorum og útgjøldum

  • tolling av innflutningi

  • Telefonmóttøka og samskifti við kundar og samstarvsfelagar

  • ymsar fyrisitingarligar uppgávur eftir tørvi og royndum

 

Um teg

Vit ímynda okkum at tú:

  • hevur skrivstovuroyndir, skrivstovuútbúgving ella kunnleika til bókhald

  • hevur hug at læra nýggjar arbeiðsgongdir og mannagongdir

  • dugir væl at samskifta á føroyskum og hevur góðar førleikar í donskum og enskum

  • hevur góðan telduførleika og ert stinn/ur í MS Office

  • hevur royndir við Microsoft Dynamics Business Solutions (fyrimunur, men ikki krav)

  • ert fyrikomandi, nærløgd/nærlagdur, rúmlig/-ur og hevur eitt opið sinnalag

 

Løn og setanartreytir

Starvið er fulltíðarstarv frá 1. mai 2026 og lønin verður ásett sambært avtalu og royndum. Arbeiðsstaður er í Tórshavn, men við møguleika at arbeiða í Runavík og á Skála.

Umsóknarfreist

Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum ummælum skal sendast okkum í seinasta lagi 19. mars 2026 .

Hevur tú spurningar ella ivamál kanst tú seta teg í samband við Arna Klein, Roknskaparleiðara á tel. 791120 ella aka@mest.fo.

 

Um MEST

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum. 

 

Lagt út tann
06. mar. 2026
Starv
Skrivstovufólk til fyrisitingina
Starvsheiti
Skrivstovufólk til fyrisitingina
Virki
MEST
Deild
Fyrisiting
Umsóknarfreist
19. mar. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor