fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

13. okt. 2026
Verkætlanarleiðari

Vit leita eftir einum royndum verkætlanarleiðara, ið kann taka sjálvstøðuga ábyrgd av verkætlanum innan skip, alivinnu og vinnu á landi.

Tú verður ein týðandi partur av okkara virksemi og fært ábyrgd av verkætlanum frá fyrireiking og tilboðsgerð til endaliga avhending. Starvið krevur, at tú hevur ítøkiligar royndir við verkætlanarleiðslu.

 

Tú fært ábyrgdina av

  • at leiða og samskipa verkætlanir frá byrjan til enda

  • at gera tilboð, tíðarætlanir og kostnaðarmetingar

  • at tryggja framgongd, góðsku og fíggjarliga stýring

  • at hava greitt samskifti við kundar og aðrar áhugapartar

  • at samskipa arbeiðið hjá teimum fakbólkum, sum eru knýttir at verkætlanini

  • at handfara broytingar og avbjóðingar og avhenda lidnar verkætlanir

 

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú hevur:

  • royndir við verkætlanarleiðslu ella øðrum samsvarandi ábyrgdarøki

  • hóskandi tekniska, akademiska ella aðra viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir

  • góð evni at skipa, raðfesta og varðveita yvirlitið

  • góð samstarvs- og samskiftisevni

Tú arbeiðir skipað, tekur ábyrgd og finnur loysnir í samstarvi við onnur. Tú dugir væl at samskifta á føroyskum og enskum og hevur góðar KT-førleikar.

Kunnleiki til skip, skipsútgerð, framleiðslu, tekniskar verkætlanir og viðkomandi regluverk er ein fyrimunur.

 

Vit bjóða tær

  • eitt fjølbroytt starv við ábyrgd av spennandi verkætlanum

  • góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning

  • løn og setanartreytir eftir avtalu

Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv,  verður sett skjótast tilber.

Starvsstaðurin kann verða í Havn ella á Skála, men verkætlanarleiðarin kemur at arbeiða í øllum samtakinum alt eftir hvar verkætlanirnar eru.

Ynskir tú meira at vita um starvi ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dánjal Jákup í Soylu, Rakstrarleiðara á tel 791231 ella á teldupost: djs@mest.fo

 

Umsókn

Freistin at søkja starvi er 08. november 2026. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum skal sendast inn umvegis leinkjuna niðanfyri.

 

Vit eru MEST

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.

 

 

Umsóknarfreist: 08. nov. 2026
09. sep. 2026
Skrivstovufólk til PAM Offshore Service

Skrivstovan hevur ein týðandi leiklut í at tryggja, at dagliga virksemið gongur væl, og at starvsfólk og kundar fáa góða og professionella tænastu.

Vit sóknast tí eftir einum dugnaligum starvsfólki til skrivstovutoymi okkara í Tórshavn at byrja 01.desember 2026 og verður tú við til at samskipa og loysa tær mongu uppgávurnar, sum hoyra einum virknum og fjølbroyttum arbeiðsdegi til.

 

Starvið

Tínar uppgávur verða fjølbroyttar og fevna millum annað um:

 

  • samskipan av ferðum hjá starvsfólkum

  • samskifti við starvsfólk, kundar og samstarvsfelagar

  • skráseting og viðlíkahald av upplýsingum og dátum

  • aðrar fyrisitingarligar og praktiskar skrivstovuuppgávur

 

Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har dagarnir ikki altíð eru eins, og har tað er umráðandi at duga at raðfesta og varðveita yvirlitið, eisini tá fleiri uppgávur skulu loysast samstundis.

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú ert fyrikomandi, skipað/ur og ábyrgdarfull/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta bæði í skrift og talu.

Tú leggur dent á góða tænastu og hevur tað gott við at hava samband við bæði starvsfólk og kundar. Samstundis arbeiðir tú sjálvstøðugt og miðvíst og tryggjar, at avtalur og uppgávur verða fylgdar upp og avgreiddar rættstundis.

 

Vit vænta harumframt, at tú:

 

  • hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir

  • dugir væl at samskifta á føroyskum og skandinaviskum máli, bæði í skrift og talu

  • hevur góðar KT-førleikar

  • hevur gott yvirlit og dugir at skipa og raðfesta uppgávur

  • ert tænastusinnað/ur og trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi

 

 

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í einum virknum felagi við nógvum samskifti bæði innan- og uttanhýsis. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har samstarv, ábyrgd og góð tænasta eru ein týðandi partur av gerandisdegnum.

Starvsstaðurin er í Tórshavn, og løn og setanartreytir verða ásett sambært avtalu.

 

Áhugað/ur?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anju Jacobsen, Dagligan leiðara á 79 11 39 ella aj@pam.fo

Umsóknarfreistin er 04. oktober 2026

 

Um PAM Offshore Service P/F

PAM Offshore Service P/F er eitt dótturfelag hjá MEST P/F. Felagið varð stovnað í 1998 við endamáli at veita fakfólk til olju- og offshorevinnuna.

Í dag hava vit yvir 100 dugnalig starvsfólk í Noregi, sum veita tænastur til stórar fyritøkur í vinnuni. Vit leggja stóran dent á góða tænastu og stremba eftir at skapa sterk og álítandi sambond við kundar okkara.

 

 

Umsóknarfreist: 04. okt. 2026
09. jul. 2026
Lærlingar til MEST

Hevur tú hug at læra eitt handverk og fáa eina spennandi yrkisleið? So hava vit fleiri lærupláss tøk at søkja. Byrjað verður 17. august 2026.

 

Vit søkja lærlingar til okkara smiðjur í Havn, á Skála og í Runavík innan:

  • Maskinsmíð

  • Sveising

  • Fínstálsmíð

 

MEST er eitt av størstu læruplássunum í Føroyum, har 70 gentir og dreingir læra innan handverksfakini. Hjá okkum fært tú góða upplæring, spennandi arbeiðsuppgávur og dugnaligar starvsfelagar, sum hjálpa tær á veg.

 

Vit bjóða

  • eina sterka fakliga útbúgving við góðari upplæring

  • fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur

  • eitt gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum

  • møguleika at arbeiða við nýggjari tøkni og spennandi verkætlanum

  • møguleikar fyri starvi eftir lokna lærutíð

 

Vit leita eftir tær, sum

  • hevur áhuga fyri handverki og tøkni

  • hevur hug at læra og menna teg

  • ert álítandi og møtir væl upp

  • dugir at samstarva og tekur ábyrgd

Hvørt tú ert genta ella drongur ger ongan mun – vit vilja fegin hoyra frá tær.

 

Nakað fyri teg?

Hevur tú spurningar um læruplássini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við við Dánjal í Soylu, Rakstrarleiðara, á djs@mest.fo ella á tel. 79 12 31. 

 

 

 

Umsóknarfreist: 17. aug. 2026
10. des. 2025
Elektrikari

Til skipasmiðjur okkara í Havn og á Skála tørvar okkum fleiri starvsfólk. Søkt verður tí eftir elektrikarum við royndum innan skipavinnuna. Gott um tú eisini hevur royndir innan feilfinning, umvæling, nýbygging av skipum o.a.

 

Eingin umsóknarfreist er, men ynskja vit at seta størvini skjótast tilber. Samrøður verða hildnar leypandi.

 

Fyri nærri kunning um starvið, arbeiðstíðir og løn kanst tú seta teg í samband við Rakstrarleiðaran á MEST, Dánjal í Soylu á tel. 791231 ella djs@mest.fo

 

 

Umsóknarfreist: 31. mar. 2026
22. apr. 2021
Sjálvboðin umsókn

Vit frætta fegin frá tær, hóast einki starv er tøkt í løtuni, ið hóskar júst til tín profil. Skráset teg her, og vit venda aftur sum skjótast.

Umsóknarfreist:
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor