Leys størv
Kom og blív ein týðandi partur av okkara veksandi toymi, har tú kanst seta tín dám á framtíðar automatisering innan skipa‑ og framleiðsluvinnuna. Vit leita eftir tær, ið ynskir eitt starv við nógvum fakligum møguleikum.
Hvat kemur tú at gera?
Tú fert at arbeiða í kjarnuni av okkara teknisku menning. Hetta er starvið til tín, ið dámar at loysa tøkni avbjóðingar og skapa stýrisskipanir, sum veruliga gera mun í gerandisdegnum hjá kundum okkara.
Tú fært møguleikan at arbeiða við spennandi automatiónsloysnum á hægsta fakliga stigi – har tú bæði mennir nýskipanir og optimerar verandi skipanir.
Uppgávurnar eru m.a.:
Tekna/sniðgeva og byggja talvir og stýriskáp.
Menna sjálvvirkandi stýrisskipanir
Arbeiða við skipanum til m.a. kølikør, vatnreinsiverk, flutnings- og framleiðslulinjur, pumpuskipanir, motorstýringar, alarmskipanir, PMS o.a.
Feilfinna, optimera og dagføra verandi skipanir.
Sniðgeva HMI og SCADA‑loysnir.
Arbeiða við KT-samskifti og integratiónum.
Hvør ert tú?
Vit leita eftir einum persóni, ið hevur natúrligan áhuga fyri tøkni og dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar. Tú hevur hug at mennast, torir at seta spurningar og brennur fyri at skapa nakað, ið riggar væl – hvørja ferð.
Tú trívist við at arbeiða sjálvstøðugt, men dámar samstundis at vera ein partur av einum toymi, sum samstarvar tætt og lyftir í felag.
Tú ert útbúgvin verkfrøðingur, automatiónsteknikari, automatiónsteknolog ella elektrikari, við royndum innan PLC, HMI, SCADA og automatión.Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til forrit sum See Electrical, PC Schematic og AutoCad.
Tú arbeiðir skipað, sjálvstøðugt men eisini trívist í toymi.
Hví velja MEST?
Tú verður partur av einum toymi, har vit brenna fyri tøkni og góðum úrslitum. Eisini verður tú partur av eini fyritøku við sterkum felagsskapi, fakligum førleikum og er rúm fyri at menna teg, royna nýtt og seta tín dám á komandi verkætlanir.
Vit leggja stóran dent á trivnað, trygd og menning – og tað merkir tú longu fyrsta dagin.
Setanartreytir
Starvið verður sett sum skjótast og verður lønt sambært avtalu.
Starvsstaðurin er í Tórshavn.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 29. mars 2026.
Um tú vilt vita meiri um dagligu uppgávurnar, toymið ella møguleikarnar hjá tær, so set teg í samband við Dánjal Jákup í Soylu, Rakstrarleiðara á tel. 791231 ella djs@mest.fo. Hann sigur tær fegin frá, hví hetta starvið kann vera tað rætta fyri teg.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
Vit eru MEST
MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 500 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.
MEST ger túsund ting – og vit hava brúk fyri einum kranførara afturat, sum hevur hug at vera partur av einum sterkum og fjølbroyttum toymi. Dámar tær at taka fat og trívist tú millum góð fólk? So kann hetta vera júst nakað fyri teg!
Um starvið
Sum kranførari verður tú ein lyklapersónur í toymi okkara – tann, sum fær tingini at flyta seg, so alt arbeiðið hongur saman. Tú fert m.a. at:
- føra mobilkranan hjá MEST
- viðlíkahalda kranan og útgerðina
- hava skil á og skráseta viðlíkahald
- vera við, tá ið skip verða tikin upp á beding og sjósett
- halda tað reint og ruddiligt á arbeiðsplássinum
Um teg
Vit leita eftir einum, sum:
- arbeiðir við fyrilitið, vandaleyst og sjálvstøðugt
- leggur dent á trygd
- dugir at meta um støður og taka avgerðir
- er væl fyri fysiskt umframt góða sjón og hoyrn
Tú skalt hava koyrikort til lastbil og lastbil við krana.
Hevur tú kranaskeið? Super! Um ikki, so skipa vit fyri tí – eisini uttanlands.
Løn og annað
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast til ber og lønt eftir avtalu.
Starvsstaðurin kann verða í Tórshavn ella á Skála.
Um tú hevur spurningar, kanst tú seta teg í samband við Dánjal í Soylu, Rakstrarleiðara, á djs@mest.fo ella tel. 79 12 31.
Freistin at søkja er sunnudagin 22. mars 2026
Vit eru MEST
MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 500 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.
Til skipasmiðjur okkara í Havn og á Skála tørvar okkum fleiri starvsfólk. Søkt verður tí eftir elektrikarum við royndum innan skipavinnuna. Gott um tú eisini hevur royndir innan feilfinning, umvæling, nýbygging av skipum o.a.
Eingin umsóknarfreist er, men ynskja vit at seta størvini skjótast tilber. Samrøður verða hildnar leypandi.
Fyri nærri kunning um starvið, arbeiðstíðir og løn kanst tú seta teg í samband við Rakstrarleiðaran á MEST, Dánjal í Soylu á tel. 791231 ella djs@mest.fo
Til skipasmiðjur okkara í Havn og Skála tørvar okkum fleiri starvsfólk, og tí søkja vit eftir royndum maskinsmiðum, maskinmeistarum ella maskinistum við royndum innan motorar, gear, hydraulik, umbygging og nýbygging av skipum. Eisini ynskja vit at hoyra frá tær, í hevur áhuga í at arbeiða innan sýn og eftirliti av kranum, Davitum og øðrum hydrauliskum útbúnaði.
Eingin umsóknarfreist er, men ynskja vit at seta størvini skjótast tilber. Samrøður verða hildnar leypandi.
Fyri nærri kunning um starvið, arbeiðstíðir og løn kanst tú seta teg í samband við Rakstrarleiðaran á MEST, Dánjal í Soylu á tel. 791231 ella djs@mest.fo
Vit frætta fegin frá tær, hóast einki starv er tøkt í løtuni, ið hóskar júst til tín profil. Skráset teg her, og vit venda aftur sum skjótast.