Business Controllari til Fíggjardeildina
Á MEST er nógv virksemi fyri framman, og hava vit nú brúk fyri einum Business Controllara.
Um starvið
Vit leita eftir tí rætta persóninum at gera fíggjargreiningar og útrokningar í samband við tilboðsgeving. Eisini er fíggjarstýring av verkætlanum partur av arbeiðinum og at gera ymiskar frágreiðingar.
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv, við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum, í einum mennandi umhvørvi, við møguleika fyri víðari eftirútbúgving/menning.
Tú verður ein partur av fíggjartoyminum, og kemur tú at arbeiða tætt saman við verkætlanarleiðsluni, har tú saman við toyminum eisini er við til at tryggja, at verkætlanar mannagongdir verða fylgdar. Tú samskiftir lætt og natúrligt við starvsfelagar og kundar.
Um teg
Tú hevur hóskandi útbúgving og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú hevur góð analytisk evni og innan KT økið, er tað umráðandi, at tú ert kring/ur. Tú kemur í tí dagliga at nýta KT amboðini: Office pakkan, Business Central, Power BI og Jet Reports við meira.
Samskifti er týdningarmikil partur av arbeiðnum, og tú skal tí kunna samskifta munnliga og skriftliga á føroyskum, skandinaviskum og enskum.
Sum persónur hevur tú evni at arbeiða sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt sinnalag, trívist við at hava nógvar bóltar í luftini í senn og dugir væl at arbeiða saman við øðrum. Tú ert nærlagdur/nærløgd og er vanur/von at halda tíðarfreistir.
Nakað fyri teg?
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Business Controllara Eli Gærdum, tlf. 79 12 51.
Starvið er eitt fulltíðarstarv, og lønin verður ásett sambært avtalu. Starvsstaðurin er í Tórshavn.
Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 30. mars 2025. Trýst á leinkjuni niðanfyri fyri at søkja starvið.
Um MEST
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, verkstaði til framleiðsluvinnuna og offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, plastik og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.