fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Skrivstovufólk til PAM Offshore Service

Vælkomin til eitt dynamiskt starvsstað, har tú, saman við 100 starvsfeløgum, skalt fáa putlispælið at liggja væl. 

Okkum tørvar eitt starvsfólk á skrivstovuni, sum klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn, til at hjálpa okkum við at fáa gerandisdagin at samspæla so væl sum til ber. Vit hava nógv starvsfólk uttanlands, ið arbeiða fyri at veita kundunum okkara tí bestu tænastuna, og okkum tørvar teg, ið kann verða við til at  samskipa uppgávurnar.

 

Um teg 

Tú samskiftir væl og natúrligt í skrift og talu. Tær dámar væl at tosa við kundar og starvsfelagar, og fyri teg er tað avgerandi, at allar avtalur verða avgreiddar til tíðina.

At samskipa ferðing hjá okkara starvsfólkum er eingin trupulleiki, tí tú hevur gott yvirblikk.

Tú trívist í einum starvi, har arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar. Onkrar dagar situr tú við teldu og skrásetur dátur, meðan aðrir dagar eru meiri fjøltáttaðir og uppgávurnar tá meiri avbjóðandi.

 

Førleikakrøv

- Skrivstovuútbúgving ella líknandi 

- Førleikar at samskifta í skrift og talu á skandinaviskum 

- Góðir KT-førleikar 

Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv,  verður sett skjótast tilber, og lønin verður ásett sambært avtalu. Starvsstaðurin er í Tórshavn. 

 

Nakað fyri teg?

Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Anju Jacobsen, dagliga leiðara okkara, á aj@pam.fo ella á tel. 79 11 39. 

 

Vit eru PAM Offshore Service 

Vit eru eitt dótturfelag hjá MEST, stovnað í 1998 við endamálinum at veita elektrikarar  mekanikarar og rørleggjarar til oljuvinnuna. 

Í dag eru vit umleið 100 dugnalig starvsfólk í Noregi, sum tæna stórum fyritøkum í vinnuni, og vit leggja dent á at byggja upp góð samstarv við kundar okkara. 

Lagt út tann
04. feb. 2025
Starv
Skrivstovufólk til PAM Offshore Service
Starvsheiti
Skrivstovufólk til PAM Offshore Service
Virki
MEST
Deild
PAM
Umsóknarfreist
16. feb. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor