fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Skrivstovufólk til PAM Offshore Service

Skrivstovan hevur ein týðandi leiklut í at tryggja, at dagliga virksemið gongur væl, og at starvsfólk og kundar fáa góða og professionella tænastu.

Vit sóknast tí eftir einum dugnaligum starvsfólki til skrivstovutoymi okkara í Tórshavn at byrja 01.desember 2026 og verður tú við til at samskipa og loysa tær mongu uppgávurnar, sum hoyra einum virknum og fjølbroyttum arbeiðsdegi til.

 

Starvið

Tínar uppgávur verða fjølbroyttar og fevna millum annað um:

 

  • samskipan av ferðum hjá starvsfólkum

  • samskifti við starvsfólk, kundar og samstarvsfelagar

  • skráseting og viðlíkahald av upplýsingum og dátum

  • aðrar fyrisitingarligar og praktiskar skrivstovuuppgávur

 

Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har dagarnir ikki altíð eru eins, og har tað er umráðandi at duga at raðfesta og varðveita yvirlitið, eisini tá fleiri uppgávur skulu loysast samstundis.

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú ert fyrikomandi, skipað/ur og ábyrgdarfull/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta bæði í skrift og talu.

Tú leggur dent á góða tænastu og hevur tað gott við at hava samband við bæði starvsfólk og kundar. Samstundis arbeiðir tú sjálvstøðugt og miðvíst og tryggjar, at avtalur og uppgávur verða fylgdar upp og avgreiddar rættstundis.

 

Vit vænta harumframt, at tú:

 

  • hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir

  • dugir væl at samskifta á føroyskum og skandinaviskum máli, bæði í skrift og talu

  • hevur góðar KT-førleikar

  • hevur gott yvirlit og dugir at skipa og raðfesta uppgávur

  • ert tænastusinnað/ur og trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi

 

 

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í einum virknum felagi við nógvum samskifti bæði innan- og uttanhýsis. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har samstarv, ábyrgd og góð tænasta eru ein týðandi partur av gerandisdegnum.

Starvsstaðurin er í Tórshavn, og løn og setanartreytir verða ásett sambært avtalu.

 

Áhugað/ur?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anju Jacobsen, Dagligan leiðara á 79 11 39 ella aj@pam.fo

Umsóknarfreistin er 04. oktober 2026

 

Um PAM Offshore Service P/F

PAM Offshore Service P/F er eitt dótturfelag hjá MEST P/F. Felagið varð stovnað í 1998 við endamáli at veita fakfólk til olju- og offshorevinnuna.

Í dag hava vit yvir 100 dugnalig starvsfólk í Noregi, sum veita tænastur til stórar fyritøkur í vinnuni. Vit leggja stóran dent á góða tænastu og stremba eftir at skapa sterk og álítandi sambond við kundar okkara.

 

 

Lagt út tann
09. sep. 2026
Starv
Skrivstovufólk til PAM Offshore Service
Starvsheiti
Skrivstovufólk til PAM Offshore Service
Virki
MEST
Deild
PAM
Umsóknarfreist
04. okt. 2026
Byrjunardagur
01. des. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor