fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Kranaførari

MEST ger túsund ting – og vit hava brúk fyri einum kranførara afturat, sum hevur hug at vera partur av einum sterkum og fjølbroyttum toymi. Dámar tær at taka fat og trívist tú millum góð fólk? So kann hetta vera júst nakað fyri teg! 

 

Um starvið 

Sum kranførari verður tú ein lyklapersónur í toymi okkara – tann, sum fær tingini at flyta seg, so alt arbeiðið hongur saman. Tú fert m.a. at: 

- føra mobilkranan hjá MEST 

- viðlíkahalda kranan og útgerðina 

- hava skil á og skráseta viðlíkahald 

- vera við, tá ið skip verða tikin upp á beding og sjósett 

- halda tað reint og ruddiligt á arbeiðsplássinum 

 

Um teg 

Vit leita eftir einum, sum: 

- arbeiðir við fyrilitið, vandaleyst og sjálvstøðugt 

- leggur dent á trygd 

- dugir at meta um støður og taka avgerðir 

- er væl fyri fysiskt umframt góða sjón og hoyrn 

 

Tú skalt hava koyrikort til lastbil og lastbil við krana. 

Hevur tú kranaskeið? Super! Um ikki, so skipa vit fyri tí – eisini uttanlands. 

 

Løn og annað 

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast til ber og lønt eftir avtalu. 

Starvsstaðurin kann verða í Tórshavn ella á Skála. 

Um tú hevur spurningar, kanst tú seta teg í samband við Dánjal í Soylu, Rakstrarleiðara, á djs@mest.fo ella tel. 79 12 31. 

 

Freistin at søkja er sunnudagin 22. mars 2026 

 

Vit eru MEST 

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 500 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum. 

 

 

 

 

 

Lagt út tann
10. des. 2025
Starv
Kranaførari
Starvsheiti
Kranaførari
Virki
MEST
Deild
Mest Skála
Umsóknarfreist
22. mar. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor