fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Goymslufólk

Hevur tú ordan í tingunum?

MEST søkir eftir fólki til goymsluna og sølubúðina í Havn.

Á goymsluni hjá MEST í Havn er ferð á. Her eru týðandi uppgávur at gera hvønn dag, og okkum tørvar tí eitt fólk, ið kann vera við at tryggja, at tingini verða sett á sína røttu hill.

Í starvinum fert tú at

·         - pakka,

·         - seta á hillar,

·         -  selja og vegleiða,

·         - finna fram umbidna vøru og útgerð,

·         - gera annað umráðandi goymsluarbeiði.

Tað er ikki neyðugt at hava útbúgving ella royndir í goymsluarbeiði, men tað er ein fyrimunur.

Vit bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv og arbeiðspláss, har trivnaður hevur stóran týdning, har viðurskiftini eru skipað og trygg, og har møguleikar eru at menna seg bæði fakliga og persónliga.

Løn

Lønin verður eftir royndum og førleikum.

Umsóknarfreistin er 10. mai 2024

Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Eirik Joensen, goymsluleiðara, á telefon 791177 ella á eirikur.joensen@mest.fo.

--

Vit eru MEST

Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.

Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.

 

 

Lagt út tann
11. apr. 2024
Starv
Goymslufólk
Starvsheiti
Goymslufólk
Virki
MEST
Deild
Goymsla
Umsóknarfreist
10. mai 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor