fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Logistikkatstøðaralærlingur

Vilt tú læra, hvussu man kann tjena meira?

MEST søkir eftir lærlingi til goymsluna og sølubúðina í Havn.

Dámar tær sølu og tænastu? Vilt tú arbeiða í eini fyritøku, sum loysir stórar uppgávur, og har 70 onnur ung eru í læru?

Vælkomin á Team Mest

Her lærir tú týðandi handilsarbeiði, eitt nú at heinta inn tilboð, at samanbera prís og dygd, at keypa inn í hóskandi mongd, at víðariselja við vinningi og mangt annað. Í hvørjum liði kann peningur vera at vinna, um rætt verður arbeitt.

Læran hjá tær eitur logistikkatstøði og er ein handilsútbúgving við sergrein í logistikki.

·        ert ágrýtin,

·        tímir sera væl sølu og kundar,

·        hevur miðnámsútbúgving ella fært hana í summar.

Vit

·        eru eitt spennandi arbeiðspláss,

·        hava eitt gott sosialt umhvørvi,

·        bjóða góðar framtíðarmøguleikar.

Um lærutíðina

Lærutíðin er upp til tvey ár og seks mánaðir. Ein part av tíðini fært tú praktiska og neyva upplæring hjá MEST, eitt nú í vørum okkara, kundarøkt, søluteknikki og goymslu, og ein part ert tú á skúlabonki. Skúlagongdin er í Danmark.

Umsóknarfreistin er 10. mai 2024

Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Eirik Joensen, goymsluleiðara, á telefon 791177 ella á eirikur.joensen@mest.fo.

--

Vit eru MEST

Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.

Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.

 

Lagt út tann
11. apr. 2024
Starv
Logistikkatstøðaralærlingur
Starvsheiti
Logistikkatstøðaralærlingur
Virki
MEST
Deild
Goymsla
Umsóknarfreist
10. mai 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor