fo / en
Totalview HR Recruitment
Developed by Formula

KT hjálp til MEST

Dámar tær væl at arbeiða við teldum, netið og telefonum, og ynskir tú at arbeiða í einum av fremstu fyritøkunum í Norðurlondum, innan veitan av tænastum og loysnum til skip og framleiðsluvinnuna, so hava vit starvið til tín.

 

UM STARVIÐ

Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv, við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum, í einum mennandi umhvørvi. Tú verður ein partur av KT deildini hjá MEST og hóast nakrar uppgávur eru fastur partur av starvinum, verður tú við til at mynda innihaldi í starvinum.

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og PAM Offshore Service. Tín arbeiðsstaður kann skifta ímillum hesi støð.

 

Starvið inniber m.a.:    

  • Klárgera, uppseta og viðlíkahalda teldur, prentarar og telefonir

  • KT support

  • Uppseta LAN-net og WIFI

  • Lættari forritan

  • Microsoft domain uppgávur

TÍN VANGAMYND

Hóskandi útbúgving og viðkomandi arbeiðsroyndir er ikki eitt krav men ein fyrimunur. Tú hevur góð samskiftis evni og góðar tøkniførleikar. Tú kemur í tí dagliga at nýta hesi KT amboðini: Office pakkan, Business Central, Unifi skipanir og fleiri onnur hjálparforrit. Sum persónur hevur tú evni at arbeiða sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt sinnalag, ert tænastusinnaða/ur og dugir væl at arbeiða saman við øðrum. Týdningarmikið er, at tú klárar at hava fleiri bóltar í luftini í senn. Vit vænta at tú hevur koyrikort.

 

LØN OG SETANARTREYTIR  
Løn- og setanartreytir eru eftir avtalu. Vit vænta, at tú kanst byrja í starvi 01. juni 2024, ella eftir nærri avtalu.

 

MEIRA AT VITA

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Árna Joensen,
KT leiðara, á tlf. 79 11 60 ella á t-post arni.joensen@mest.fo

 

UMSÓKN

Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 12. apríl 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði! 

 

UM MEST

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dótturfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 550 ársverk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir.

 

Date Posted
18. Mar 2024
Job
KT hjálp til MEST
Job Title
KT hjálp til MEST
Company
MEST
Department
KT
Application Deadline
12. Apr 2024
Start Date
01. Jun 2024
This site uses cookies
We use cookies to be able to make your experience better.
Essential cookies ensure that the site works as it should.
You can always take your consent back. This can be done by going to about cookies